Tjaranargarður

Tjarnargarður varð skipað sum høvuðsarbeiðstøka og kostaði 27 mió. kr v/mvg. Búsetur hevði byggileiðsluna og nýtti undirarbeiðstakarar til alt uttan timbur-, snikkara- og stálarbeiði.  Tjarnargarður er innrættað við smáum búeindum til einstaklingar, felagsøkið við húsdjórum og listaverkum, sum geva eitt inspirerandi umhvørvi. Útiøkir eru um allan bygningin við góðum sólargangi og lívd. 

Røktarheim við Hoyvíkstjørn (Tjarnargarður) er uml. 2.000 fermetar til støddar, íroknað kjallarahæddina, til 24 búfólk. Røktarheimið var tikið í nýtslu í 2007.

Arkitektur er Selmar Nielsen Arkitektur Sp/f og verkfrøðingur var P/F Landsbyggifelagið

Arbeiðstøka
Høvuðsarbeiðstøka

Ánari
Tórshavnar Kommuna

Tíðarskeið
2006-2008

 

Fylg okkum á