 
    Vit vilja ganga á odda, fyri eini meira burðardyggari byggivinnu í Føroyum. Vit trúgva tí sum Peter Drucker segði: "Tað sum verður mátað, verður stýrt." Í hesum sambandi, eru vit í 2025, farin undir at gera eina ESG-frágreiðing, sum framyvir skal koma út á hvørjum ári. Í frágreingini finnur tú samlaða útlátið hjá Búsetur og Stoyp, okkara framstig og ætlanir frameftir.