Vit søkja eftir arbeiðsfólki til jørð- og lendisarbeiði
Dámar tær at arbeiða úti, og hevur tú royndir við gravmaskinum og lastbilum? So er møguleikin kanska tín!
Vit søkja eftir einum dugnaligum og arbeiðssomum starvsfelaga til jørð- og lendisarbeiði.
Arbeiðsuppgávur:
- Jørð- og lendisarbeiði á ymiskum byggiplássum
- Gravimaskinuarbeiði og annað maskinarbeiði
- Lastbilakoyring og flutningur av tilfari
- Annað fyrifallandi arbeiði í sambandi við byggi- og anleggsarbeiði
Vit vænta, at tú:
- Hevur royndir við gravmaskinum
- Hevur royndir við lastbilum
- Ert arbeiðssamur, álítandi og nærlagdur
- Dugir at arbeiða sjálvstøðugt og saman við øðrum
- Hevur koyrikort til lastbil.
Vit bjóða:
- Eitt fjølbroytt og spennandi arbeiði
- Góðar arbeiðsumstøður
- Dugnaligar starvsfelagar
- Løn og setanartreytir eftir nærri avtalu
Ljóðar hetta sum nakað fyri teg?
So ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum.
Spurningar kunnu sendast til rogvi@busetur.fo / +298 230859
Spurningar kunnu sendast til rogvi@busetur.fo / +298 230859