Handverkarar til timburarbeiði hjá Búsetur

Søkt verður eftir handverkarum at byrja skjótast tilber.

Vit rokna við, at tú ert røkin og álítandi og kann arbeiða sjálvstøðugt men eisini í einum toymi, tá talan er um størri arbeiði.

Búsetur hevur arbeiði í fleiri støðum í landinum.  Í løtuni hava vit arbeiði í Eysturoynni, Vágunum og Suðurstreymi.

Vit bjóða góð og skipaði arbeiðsviðurskifti.

Lønin verður avtalað millum partarnar.

Starvið verður sett, skjótast gjørligt.

Umsókn kann sendast til:

Sp/f Búsetur
Á Hjalla 24
188  Hoyvík
Ella á t-post: busetur@busetur.fo

Umsóknir skulu vera okkum í hendi skjótast gjørligt, tó í seinasta lagi 31. august 2022

Vil tú hoyra nærri um starvið, er tú vælkomin at seta teg í samband við Sjúrður Holm á telefon 210830

Búsetur er stovnað í 1987 og í løtuni hava vit á leið 60 fólk í starvi. Vit hava bæði størri og smærri arbeiði innan alt slag av bygging og umvæling, eins og vit kunnu átaka okkum uppgávur í sambandi við skipaumvælingar bæði aptering og garnering. Vit leggja stóran dent á heilsu og trygd hjá starvsfólki og á umhvørvið sum heild. Vit eru ein álítandi fyritøka, og leggja dent á at hava nøgdar kundar.

Umsóknarfreist:
31. august 2022
 
Umsókn kann sendast til:
Sp/f Búsetur
Á Hjalla 24
188  Hoyvík
Ella á t-post: busetur@busetur.fo
 
Samband:
Sjúrður Holm á telefon 210830
Fylg okkum á