Vel heimasíðulit Vel grønan heimasíðulit Vel bláan heimasíðulit Vel gulan heimasíðulit Vel reyðan heimasíðulit Vel gráan heimasíðulit
 
Bjálving



Oljunýtslan er ov stór


Spurningur


Vit fara at skifta vindeygu í okkara 30 ára gomlu húsum og bjálva betur. Okkara verandi oljunýtsluna er alt ov stór.

 

Húsini eru 30 ára gomul timburhús við  stoyptari  pussaðari grund.

 

Viðmerkjast skal,at kjallarahæddin er innrættað.

 

Verandi bjálving er 100 mm glasull, eisini niður á loftsgólvið.

 

Vit umhugsa at klaða húsini frá erva og niður, eisini grundina við timbri. Soleiðis at klædningurin gongur út í eitt frá í erva av.

 

Hvat vil serfrøðin ráða okkum til. Hvussu tjúkk bjálving uttan á grundina og hvussu tjúkt uttan á verandi timburklædning er hóskandi.

Hvat er ráðiligt at brúka, flamingo ella steinull ?

 

Um tróðri er tætt og hóskandi bjálving er niður á loftið, er so neyðugt við ventilum á ovasta lofti. Um so er, hvar skulu hesir vera?

 

 

 

 

Kuldakrákan

 



 

SVAR

Hey Kuldakráka

Vit skilja væl, at tú vilt spara olju.
Tú nevnir bjálving, og tað kann verða ein loysn, men um húsini ikki eru tøtt, verður tað neyvan nøktandi at bjálva.

Tú spyrt um bjálving, og har meta vit, at tað er nøktandi at bjálva við 200 mm íalt, tvs. 100 mm afturat har tað er bjálvað frammaundan.
Tað er gott at brúka flamingo inn á betong. Um tað í neðra er betong og bjálva innvendiga, so bjálva uttaná út til tjúkdina á ovara hæddini.

Um tað er luftsirkulatión omanfyri bjálvingina, er tað ikki vist, at tað er neyðugt við ventili.
Um ventilur verður gjørdur, so skal tað helst verða ein ventilur í erva og ein í nedra, soleiðis at tað kann verða luftskifti, - tann eini blæsir inn og hin út.


 




Flott og gott at bjálva uttaná stoypt hús

Ein, sum er í ferð við at byggja, spyr, hvussu nógva bjálving hann skal brúka, tá ætlanin er at stoypa húsini allan vegin upp og bjálva uttaná. Lesið spurning og svar niðanfyri.


SPURNINGUR
Vit eru í ferð við at byggja okkum eini 1 planshús. Tey skulu stoypast upp.
Okkara trupulleiki er, hvussu væl húsini skulu bjálvast.

Vit hava hoyrt at tað er best at bjálva eini betong hús uttanífrá.

Vinarliga
drj

SVAR
Hey drj

Tað er flott og gott at bjálva uttaná, og so hava pussaðar betongveggir innan.

Bjálvingin skal verða mininum 2 x 75 mm uttaná.

Nýggi byggireglugerð er á veg, og hon kemur møguliga at áseta enn meiri bjálving.




Soleiðis bjálvar tú tá tróðrið ikki er tætt


Lesari spyr, hvussu hon skal bjálvað loftið, sum ikki er hevur tætt tróður. Les allan spurningin og svarið hjá Búsetri niðanfyri.


SPURNINGUR
Eg eri ein kvinna, ið vil bjálva ovasta loft fyri at fáa eini heitari hús og sjálvandi minka um oljunýtsluna. Húsini hava ikki tætt tróður.

Ber tað til at bjálva móti takplátunum, og hava tit nakað hugskot til, hvussu eg loysi hendan trupulleikan best, so eg kann sita í einum fjálgari húsi, uttan at hava fult bluss á radiatorunum?

Heilsan
PN

SVAR
Hey PN
Vit ganga út frá, at loftið ikki verður brúkt, men bara er sum eitt ovasta loft.

Tað er best at bjálva niður á loftið, og ikki ímóti takinum. Best er, um man bjálvar samlað einar 20-30 cm.

Man far eina bjálving, ið kallast takull, hon er 180 mm, og hevur pappír á einari síðu, og skal tað venda upp, fyri at gjøstur ikki kemur niður í ullina.

So vit tilmæla uml. 100 mm vanliga bjálving + 180 mm takull.

TÆTT TRÓÐUR
Um loftið skal brúkast, so er neyðugt at gera tað tætt ímillum sperrurnar, annahvørt við einari tunnari plátu (4mm massonite) ella einum dúki/vindsperru. Hetta kann festast við einum lista. Umráðandi er, at tað er góð luftsirkulatión ímillum sjálva tekjuna og plátuna/dúkin.

Síðani er bara at bjálva ímillum sperrurnar, minst 150mm, so eina tætta dampsperru, so kann man revla aftur við 50mm og bjálva við somu tjúgd. So er klárt til at leggja loft.




Bleytar plátur og bjálving á loftinum


Lesari spyr timburmeistara okkara um ráð í sambandi við nakrar gamlar innveggir, sum eru settir upp við teimum gomlu bleytu plátunum. Hann spyr eisini, hvussu nógv bjálving er neyðug á ovasta lofti. Lesið spurningar og svar niðanfyri.

Spurningur 1
Eg havi eina íbúð i kjallarinum hjá mær, ið eg eri í gongd við at bjálva. Tað er soleiðis, at eg havi tikið allar útveggir niður, bjálvað og sett nýtt uppaftur. Nú mangla eg bara innveggir. Sum nú er, eru allir innveggir dupult panelaðir, uttaná panelinum er á báðum síðum hesar bleytu 12-14 mm pláturnar, ið vóru brúktar fyrr, onkrar pappplátur ella hvat tað nú er.

Eg skal pláta allar innveggir av nýggjum, tí er mín spurningur: Er tað neyðugt at taka hesar gomlu pláturnar niður, ella ber til at koyra nýggju plátur uttaná tæt gomlu, ið nú eru ?

Svar 1:
Tað er eingin ivi um, at tað er best at taka tær gomlu pláturnar burtur. Sum tú sjálvur sigur, so eru tær møguliga úr pappír, og tá eru tær eldfimar! Eg vildi lagt gipsplátur ístaðin, tí tá er veggurin tryggari ímóti eldi, og tú fært eitt betri inniklima.

Spurningur 2
Eg skal í komandi tíð bjálva á ovasta lofti. Bjálkarnir, ið har eru, eru 12 cm høgir. Spurningurin er hesin: Er tað nóg mikið at koyra 10 cm steinull á loftið? Hugsaði at krossbjálva 5 cm steinull. Eg spyrji tí, tað er so ymiskt, hvat fólk siga - eisini fakfólk. Onkur vil vera við, at 10 cm er nóg mikið, meðan aðrir vilja vera við at 15 cm er tað minsta ein kann bjálva við á einum ovasta lofti. Hvat er tað rætta svarið?

Svar 2
Um vit skilja spurningin rætt, so eru tað sperrubjálkarnir, sum eru 12 cm høgir. Tá vildu vit bjálva við 12 cm ímillum bjálkarnar og krossbjálvað við 10 cm omaná – samlað 22 cm.




Hørð bjálving uppundir betongloftið í bilhúsinum


Lesari spyr, hvussu hann frægast kann bjálva loftið í rúminum í kjallaranum, har bilurin stendur. Loftið er stoypt, og gólvið í stovuni omanfyri verður tí kalt, tá tað er kalt í veðrinum. Búsetur mælir til, at hørð bjálving verður fest uppundir inni í bilrúminum í kjallaranum. Fleiri sløg av harðari bjálving finnast á marknaðinum, so tað er bara at spyrja hjá teimum, sum selja slíkt.

SPURNINGUR
Vit hava eina stóra garagu undir stovuni, og okkara trupulleiki er, at stovan í køldum veðri gerst sera køld. Betongdekk er ímillum garaguna og stovuna.



Vit hava hoyrt, at tað finst onkur bjálving, sum er løtt at leggja uppundir loftið í garaguni.

Hvat finst á marknaðinum. og hvat kann viðmælast.



Vinarliga


Ein lesari

SVAR
Hey lesari
Tað er skilagott at bjálva uppundir loftið í garaguni, tí harvið verður gólvið í stovuni ikki so kalt.

Tað er skilligt, at tú ynskir eina bjálving, sum er løtt at fáa uppundir loftið. Vit halda, at tað lættasta er at bjálva við harðari bjálving, sum antin verður fest uppundir í betongdekkið við skrúvum ella lími. Tað finnast fleiri sløg av bjálving, sum tú kanst spyrja nærri um hjá byggibúðum.




Vil sleppa av við ljóð millum hæddirnar


Lesari, sum ætlar sær at innrætta loftið, vil tryggja sær at tað ikki hoyrist so væl millum hæddirnar. Loysnin er gips millum gólvplátur og gólv, mælir timburmeistarin til. Lesið allan spurningin og svarið niðanfyri.

SPURNINGUR
Vit búgva í nýggjum húsum, har loftið ikki er innrættað enn, men hetta ætla vit okkum at fara undir.
Loftið er, sum er, bara klætt við brúnum plátum (gólv, veggir og loft).


Trupulleikin hjá okkum er, at tað hoyrist so væl niðurundir, um onkur gongur eftir gólvinum uppi á loft.


Man tað fara at blíva betur, tá ið vit leggja gólv á, ella skulu vit bjálva við onkrum?
Er okkurt gólv betri enn annað í hesum føri?
Vit hava gipsloft um alt húsið.

Vinarliga
Ein lesari

SVAR
Sum eg skilji, so liggja gólvplátur á. So eg hevði lagt gips á gólvpláturnar, fuga væl við acryl fugu ímillum pláturnar, so tað verður so tætt sum møguligt. Síðani lagt okkurt filt á, áðrenn gólvið varð lagt omaná aftur.

Hesi trý løgini eiga at tryggja, at so lítið av ljóði sum gjørligt ferðast millum hæddirnar, men tað ber ikki til at sleppa av við alt ljóðið.



Bjálva nú og flyt vindeyguni út seinni
 

Lesari spyr timburmeistara okkara, Sjúrð Holm frá Búsetri, hvussu viðkomandi skal bjálva eini stoypt hús frá 60-árumum, sum verða brúkt sum summarhús. Í tí sambandi verður spurt, um tað ber til at klæða tey uttan nú, og so skifta vindeyguni, sum eru í toluliga góðum standi, seinni. Og tað ber væl til, sigur Sjúrður, sum eisini svarar øðrum spurningum um klæðing av betong-húsinum. Lesið allan spurningin og alt varið niðanfyri.

SPURNINGUR
Eg eigi eini betonghús og umhugsi at eftirbjálva og klæða tey.
Havi leita á netinum eftir, hvat er best at gera, men har er lítið at finna í mun til veðurlagið her (her er t.d. heitari í meðal um veturin enn í DK.)

Talan er um betonghús frá umleið 1960 (sum vera brúkt sum summarhús), málaði uttan og bjálvað innan.

Hvat er best/rættast at gera, og hvat er optimal tjúgd á bjálving í mun til føroyska veðurlagi (les hitan).

Plastklædningur skal á húsið, og so umhugsi eg 100 mm rockwool, ella er flamingo betur? Ella skal eg yvirhøvur isolera?

Spurningurin er eisini, er neyðugt at skifta vindeyguni nú (tey eru 35 ár, men eru enn OK), ella ber til at gera hetta seinni, og tá flyta vindeyguni út, so tað sær penari út?

Heilsan Lesari

SVAR
Hey Lesari

Tað er skilagott at bjálva betonghús, tí í Føroyum er so fuktigt, at trupulleikar vilja standast av betongi, sum stendur bert.

Tað er trupult at siga, hvat besta/rættasta tjúktin á bjálving skal verða. Tess tjúkkri bjálving, tess størri orkusparing, men við tað, at talan er um summarhús, er tað ikki vist, at tað loysir seg at bjálva við meiri enn 100 mm. Rockwool er dýrari og brennir ikki, men tað ger flamingo.

Tað ber væl til at skifta vindeyguni seinni, og flyta tey longur út tá.



Hvussu skal húsagrundin bjálvast
 

Lesari spyr, hvussu tað skal farast fram, tá stoypt verður partvíst undir jørð. Hann vil hava at vita, hvat skal gerast við tann partin, sum er undir jørð, áðrenn tilfar (skerv) verður fylt í aftur, eins og hann hevur aðrar líknandi spurningar.

Lesið allan spurningin og svarið frá sp/f Búsetur niðanfyri.

SPURNINGUR
Hey. Kundi hugsa mær at sett nakrar spurningar viðvíkjandi bjálving o.l. av grund, har niðasti formurin partvís er undir jørð (ovara síða og partvís endarnir - niðara síða er øll omaná).

Eftir at íbúð er gjørd í kjallaranum, havi eg grivið fyri at drena betri har sum grundin er 50-70 cm undir jørð. Ikki tí, kjallarin hevur ikki fuktað nakrantíð, men hettar er bert fyri at binda um heilan fingur.

Íbúðin er annars mestsum "hangandi" í kjallaranum. T.v.s. at tað eru uml 5-10 cm frá timbrinum og bjálvingini til betongveggin, og tað sama við gólvinum. Alt er leyst frá betonginum, bara nøkur avstandsstykkir røra við betongið.

So til spurningarnar:
(Spurningarnir verða endurgivnir niðanfyri saman við svari frá Búsetur.)

Vinarliga S.F.H.

Hey S.F.H

Spurningur 1: Hvat skal eg gera við tann partin, sum er undir jørð, áðrenn eg fylli tilfar (skerv) í aftur?

SVAR: Bjálva útvendiga soleiðis: Koyr fyrst flamingo ella rockwool 50-75 mm á veggin, síðani dobbaplast. Hav góða steinseting uttaná, soleiðis at vatn ikki sleppur til bjálvingina.
Fyrr var vanligt at smyrja veggin við tjøru, áðrenn bjálvað varð, men nú verður hetta frámælt, tí tað annars verður tað ov tætt.

Spurningur 2: Og hvussu er við rúminum ímillum betongveggin og timburveggin, skal eg seta ventilar í múrin, so sirkulatión verður har ímillum?

SVAR: Tað er gott, fyri ikki at siga neyðugt, við ventilum í múrininum fyri at fáa sirkulation.

Spurningur 3: Annars ætli eg mær at klæða grundina alla við timbri, (húsini eru klødd í ovaru hædd við timbri), skal eg brúka bjálving ímillum betongið og timbrið?


SVAR: Ja, bjálva við flamingo ella rockwool 50-75 mm.



 

Soleiðis bjálvar tú eini gomul timburhús
 

Lesari hevur spurt timburmeistaran hjá Kramm, Sjúrða Holm frá sp/f Búsetri, hvussu hann skal bjálva síni gomlu timburhús, ið verða brúkt sum summarhús. Sjúrður mælir til at bjálva uttanífrá. Á tann hátt slepst heilt undan at broyta nakað innan í húsunum.

Lesið allan spurningin og svarið niðanfyri.

SPURNINGUR
Til timburmeistaran.
Eg havi eini gomul óbjálvað timburhús, sum eg skal skifta klædningin á. Innveggirnir eru av brettum (gomul føroysk hús). Hvussu arbeiði eg frá innveggi til útvegg, og hvat tilfar nýti eg?

Heilsan
Summarhúseigarin

SVAR
Góði Summarhúseigari.

Vit høvdu gjørt arbeiðið soleiðis, at tað slepst undan at broyta nakað innvendiga. Tí skjóta vit upp, at arbeitt verður útifrá og inneftir.

1.Tú tekur fyrst útvendiga klædningin frá. Tá stendur stórviður og innandurða klædningur berur (nakin).

2.Síðani verður bjálvað ímóti innsíðu. Bjálvingin skal hava eina tjúkd, sum er 1/3 av stórviðinum. Síðani verður dampsperran fest í stórviðin við listum, fyri at tryggja sær, at dampsperran heldur tætt, og so 2/3 bjálving.

3.Uttan á stórviðin verður ein 9 mm krossfinerpláta fest.

4.Síðani verða listar uppá minst 12 mm festir inn á krossfinerplátuna, fyri at tryggja sær, at luftsirkulatión verður innan fyri klædningin.

5.At enda verður klædningur festur.



Skrúvuhøvdini síggjast ígjøgnum
 

Lesari er komin í ta støðu, at skrúvurnar síggjast ígjøgnum veggin, nú tað eru góð tvey ár síðani, at tey fluttu inn. Hann hevur tí spurt timburmeistaran hjá Kramm, Sjúrða Holm, hvat orsøkin kann vera til tað, og hvat ið kann gerast. Lesið allan spurningin og alt svarið niðanfyri.

SPURNINGUR
Vit bygdu hús okkara í 2008 og fluttu inn í tey um heystið.

Vit hava opið upp í tróðrið í køkini eins og í stovuni. Í stovuni hava vit ein brenniovn, sum verður nýttur dagliga, og ger hetta, at hitin – sum liggur í gólvinum – sjáldan verður tendraður í hesum báðum rúmunum. Tískil svingar hitin í rúmunum millum 18 – 24 gradur í hvørjum døgninum.

Trupuleikin er nú, at skrúvuhøvdini eru byrjað at síggjast sum skuggar á teimun veggjaplátunum, sum eru í innveggjunum í hesum báður rúmum. Hetta er tó bert galdandi tann ovasta meturin upp móti loftinun. Trupuleikin er bert at síggja á tí parti av vegginum, sum vendir inn móti sjálvum loftsrúminun, og tískil er kaldari enn restin av veggjunum.

Tað eru eingin tekin um hetta at síggja, tá mann hyggur upp móti loftinum.

Loftið er bjálvað við 150 mm steinull, og síðani kross-bjálvað við 50 mm steinull. Hartil er 20 mm luftrúm millum bjálving og tróðurplátur, eins og dampsperra (alucraft) er í undirkant, áðrenn eitt lag av gips er lagt uppundir.

Útveggirnir eru bjálvaðir við 150 mm steinull, 12 mm pláta og alucraft, meðan innveggirnir hava 50 mm steinull.

Mín tanki er, at kanska kemur hetta av, at tann ovasti meturin at veggjaplátunun (áðrenn samankomingina við lofti – hetta er inn á loftrúmið) er bjálvaður ov illa, og tískil verður ein kuldabrúgv har, sum síðan førir kuldan í skrúurnar.

Sum sagt er trupuleikin á tí parti av vegginum, sum vendur inn á loftsrúmið, og tískil er komandi framat har, um tað er trupuleikin.

Ella kann tað “bert” vera, at spartlingin hevur verið ov vánalig, tá málarin gjørdi sítt?

Heilsan Húsaeigarin

SVAR

Til Húsaeigarin

Tú nevnir sjálvur møguleikan fyri at tað er ein kuldabrúgv og tað hevur tú rætt í.
Sum eg skilji tað, so hevur tú eitt sokallað ”kalt takrúm”, har tað ikki er opið upp undir tróðri og um tú ikki bjálvar veggin væl, so kemur hann at standa kaldur.

Tað ið síðani hendir, er at tá tú brúkar brenniovnin, so vil tað altíð vera nakað av smáðum sót-partiklum í luftini. Hesir sót-partiklarnir festa seg til skrúvurnar í vegginum, sum ikki er bjálvaður. Hetta vísur seg ikki fyrr enn nakað av tíð er fráliðin, uml. 1-2 ár. Stutt sagt, tær køldu skrúvurnar trekkja sót-partiklarnar til sín.

Bjálva veggin væl minst 150 mm bjálving.

Rokni við at tit noyðast at mála veggin.
Á hendan hátt skuldu tit fingið ein penan vegg aftur.

Góða eyðnu.



Grundin gerast klár til innrætting
 

Lesari spyr timburmeistara okkara Sjúrða Holm um ráð í sambandi við at viðkomandi ætlar at innrætta ein part av kjallaranum. Hvussu skal grundin tettast og bjálvast, verður spurt. Lesið allan spurningin og svarið niðanfyri.

SPURNINGUR
Míni hús eru frá 1970, stoyptur kjallari, har helvtin er undir jørð. Restin av húsinum eru stoypt upp undir vindeyguni á langsíðunum og upp til takið á endasíðunum.
Ovara hædd er øll beklødd við timburi og flamingo er ímillum.
Kjallarin er fyri størsta partin óinnrættaður, men vit hava ætlan um at innrættað eitt kamar og wc. Og so vilja vit eisini beklæða kjallaragrundina uttan. Hvussu man vera best at gera?
Heilsan B

SVAR
Tað besta vildi verið at gjørt eina verkætlan, men læt meg royna at svara stutt:

1.Drena væl har grundin er undir jørð, og bjálva grundina útvendiga (um hetta ikki er gjørt) og legg dubbaplast uttanyvir. Kanna eisini væl um bolta-hol eru í grundini, so hesi kunnu tettast.
2.Har grundin ikki er undir jørð, kann man sjálvur velja, um bjálvast skal útvendiga- ella invendiga.
3.Geri góða udlufting frá baðiverilsinum, so sleppast kann undan fugti.
4.Bjálvi íbúðina væl.



Hvussu er best at bjálva útveggir?
 

Lesari spyr timburmeistaran hjá Kramm, Sjúrða Holm, um hann hevur bjálvað rætt. Og tað er tað nógv, sum bendir á. Í hvussu so er, um talan er um sonevnda vanliga utveggja konstruksjón, og ikki ein bakmúr úr betongi. Lesið spurning og svar niðanfyri.

SPURNINGUR
Tá ið eg fór undir at isolera útveggirnar í mínum nýggju húsinum, spurdi eg nakrar timburmenn, hvar dampsperran skuldi vera, hvussu tøtt hon skuldi vera osv. Eg haldi ikki at nakað av svarunum sum eg fekk frá teimum vóru eins. Onkur helt at tað skuldi vera so tætt sum gjørligt, meðan onkur annar segði at dampsperra var nakað fjas.

Eg hugdi inn í onkrar danskar síður, sum skrivaðu um dampsperru, og eg gjørdi eftir teimum ráðunum, sum eg læs har. Bjálvaði 150 mm á uttaru síðu, so hevði eg eina tætta dampsperru, og so kross-bjálvaði eg 50 mm afturat innanfyri dampsperruna. Í hesum 50 mm rúminum koma so leidningar og rør at liggja, so eg bróti ongantíð dampsperruna. Eisini havi eg gjørt av at hava ventilatión.

Eftir at eg var liðugur at bjálva, hava fleiri verið og hugt at hesum. Nakrir av teimum siga at hatta er super, meðan summir banna tað langt burtur, og siga at eg komi at fáa trupuleikar við fukti osv.

Er tað rætt, sum eg havi gjørt? Hvat er tað rætta at gera?

Heilsan S

SVAR
Nú stendur einki um, hvussu tann útvendigi parturin er. Útvendigi parturin kann vera 12 mm krossviður / ella vindgips, vinddúkur (ikki neyðugt), 12 mm listar fyri ventilering og timburklædningur.

Um vit ímynda okkum at tað er ein sokallað vanlig útveggja-konstruktión, so er tín uppbygnaður sera góður. Dampsperran skal vera tøtt. Tað vera ikki trupuleikar við kondensi. Tú sigur teg hava ventilatión eisini, og ger tað støðuna bara betri.

Um bakmúrurin er betong, er støðan ein heilt onnur, tí samband má ikki vera ímillum innaru- og uttaru konstruktiónina. Tað skal loysast við at ventilera ímillum innara- og uttara javuri ( uml. 25 mm glopp. )










 









SENDISTOVAN