|
||||||||||||
Lyklaklár BúseturhúsBúsetur hevur teknað og framleiðir síni egnu lyklakláru hús. Við Búseturhúsunum hava vit gjøgnumhugsað nakrar skilagóðar og liðiligar karmar um tykkara framtíðarhús. Ymisk sniðVit bjóða seks ymisk snið av Búseturhúsum, sum geva hópin av møguleikum, og sum kunnu broytast eftir tykkara ynskjum. Tit kunnu innrætta húsini, so at tey lúka tykkara krøv og hóska til tykkara grundstykki. Búseturhúsini eru klár at flyta inn í og hava fullfíggjaða útgerð, hvítvørur, fast innbúgv og annað. Tit kunnu gera ein part av arbeiðinum sjálv, um tit vilja tað, eitt nú málaraarbeiðið. Tit kunnu eisini velja at fáa teknað tykkara egnu hús eftir tykkara heilt serligu ynskjum, um eitt av Búseturhúsunum ikki nøktar tykkara tørv. Vit hava bygt fleiri hús eftir tekningum og ynskjum frá fólki. Sí Sethús og randarhús. Áðrenn farið verður til verka, verða tíðarskeið, prísur og dygd avtalað skrivliga okkara millum, og vit tryggja tykkum, at húsini stenda klár til ásettu tíðina. Vit gleða okkum til eitt óbindandi prát og vóna, at tit gerast okkara viðskiftafólk. Tit kunnu byrja við hyggja at okkara ymisku sniðum her á heimasíðuni. |